Ítróttur

Flogbóltur: U 17 dreingirnir vunnu bronsuna

...

2018-10-18 15:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

So eydnaðist tað!

Dreingirnari á U 17 lansliðnum vunnu fyri løtu síðani Bronsuna íaltjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast.

Dysturin var ímóti Svøríki og megnaði føroyska liðið at vinna dystin 3-1, aftir at teir í øðrum setti mistu takið á dystinum. Hetta settið tapti Føroyar 26-24, men teir komu sterkt aftur og vunnu trygt 3. og 4. settið.

Settini endaðu 25-17, 24-26, 25-16 og 25-19.

Nr. 4. gjørdist Svøríki, meðan tað enn ikk ier avgjørt hvør verður nr. 5, 6 ella 7 ??? tað eru Ongland, Danmark og Ísland sum stríðast um hesi plássini.

Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:

Fleyr

Jónfinnur Jógvansson Hansen

Mattias Nolsøe Isaksen

Tórur Paulason

Hørður Joensen

SÍ:

Hjørtur Joensen

Bjarni Joensen

Silas Poulsen

Ragnar Weihe

Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

Mjølnir:

Dávið Hentze

Venjarar:

Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder