Ítróttur

Flogbóltur: U 17 dreingirnir taptu hálvfinaluna

...

2018-10-17 19:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir sigrar á Svøríki og Onglandi mátti føroyska U 17 landsliðið lúta fyri Noreg í hálvfinalunií altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast.

Noreg vann dystin 3-1 harav seinasta settið endaði 25-23, so talan var um ein javnan dyst móti endanum, sum í seinasta settinum kundi fara báðar vegir.

Liðið skal tí í morgin klokkan 12,00 spæla um bronsuna ??? hesin dysturin verður antin ímóti Finnlandi ella Svøríki, men sum Finnland hevur spælt higartil, so sær út til, at tað aftur verður Svøríki, sum verður mótstøðuliðið. Svøríki og Finnland spæla seinni í kvøld.

Dysturin í morgin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/

Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:

Fleyr

Jónfinnur Jógvansson Hansen

Mattias Nolsøe Isaksen

Tórur Paulason

Hørður Joensen

SÍ:

Hjørtur Joensen

Bjarni Joensen

Silas Poulsen

Ragnar Weihe

Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

Mjølnir:

Dávið Hentze

Venjarar:

Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder