Føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum tóku øll á bóli, tá teir í gjár smurdu Svøríki av 3-0 við settúrslitunum 25-15, 25-21 og 25-15.
Hetta var fyrsti dysturin í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Føroyska liðið spældi skjótt spæl við høgum tekniskum støði. Svøríki royndi við ymiskum uppstillingum og spælihátti at bróta rútmuna hjá føroyska liðnum, men hetta eydnaðist ongantíð.
Hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroysku U 17 dreingirnir hava vunnið á Svøríki.
Føroyar eru í bólki saman við Svøríki og Onglandi.
Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.
Í dag klokkan 12,00 skal liðið spæla ímóti Onglandi ??? dysturin kann síggjast beinleiðis áhttp://www.volleytv.dk/
Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Mjølnir:
Dávið Hentze
Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald