Ítróttur

Flogbóltur, U 17 dreingir: Smurdu Ísland av 3-0

...

2017-10-19 16:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroysku U 17 dreingirnir smurdu Ísland av í dystinum um 5. plassið. Dysturin endaði 3-0 og settini vóru vunnin við stórari yvirvág.

Tey endaðu 25-12, 25-14 og 25-19.

U 17 dreingirnir hava havt eina sera góða kapping, tveir sigrar á Norra, taptu 3-2 móti Onglandi, vunnu Ísland 3-0, umframt at teir tóku sett frá Svøríki, sum eingin annar hevur gjørt fram til finaluna.

Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen eru sera væl nøgdir við avriki. ??sigurin móti Onglandi er tó tað, sum nívir mest, tí føroysku dreingirnir vunnu tvey tey fyrstu settini, men mistu so sigurin á gólvið.

Kappingin er nú liðug, og U 17 landsliðið kemur aftur til Føroyar í morgin við Atlantic Airways.

Finalan hjá dreingjunum verður leikt júst nú millum Danmark og Svøríki.

Dysturin um 3. plássið endaði við 3-1 sigri til Finland móti Onglandi.

Føroyar endaðu á 5. plássi, Noreg á 6, meðan Ísland endaði aftast.

Hjá U 17 gentunum gjørdist úrslitið hetta:

1 Danmark,

2 Svøríki

3 Finland

4 Ísland

5 Norra

6 Ongland

7 Føroyar

8 Grønland

Leikararnir í dag vóru:

Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ
Ragnar Weihe, SÍ
Hjørtur Joensen. SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ
Dávið Hentze, Mjølnir
Áslakur Holm, ÍF
Hákun Weihe Heinason, Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr
Niklas Samuelsen, Fleyr
Julian Vest Niclasen, SÍ

Venjari: Rajko Petrovic
Hjálparvenjari: Hans Simonsen

Liðleiðari: Jónley Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder