Ítróttur

Flogbóltur: Topp 4 í Meistaradeildini hjá kvinnum mikukvøldið

...

2020-03-10 20:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Topp 4 í Meistaradeildini hjá kvinnum mikukvøldið

Mik 11/03-20 Dráttur-Fleyr Kl. 20.00
Mik 11/03-20 Mjølnir-KÍF Kl. 19.00

Nr. 1 og 2, Mjølnir og KÍF, møtast mikukvøldið í Klaksvík, og fær KÍF 3 stig burturúr, so skulu fá fet gangast aftrat, áðrenn liðið stendur á fína finalugólvinum í Havn 3. og 4. apríl. Teir báðir seinastu dystirnir hjá KÍF, eftir hendan, eru heima ímóti TB og Drátti. Fær KÍF hinvegin einki burturúr, so naspar Dráttur finaluplássið í sín part, um 3 stig verða vunnin í dystinum ímóti Fleyr.

Fyri Fleyr hevur TB kostað teimum dýrt í ár. TB hevur fingið 5 stig til samans, og øll eru tey vunnin ímóti Fleyr. Átti Fleyr hasi 5 stigini aftrat, so var Fleyr í sera góðari støðu á næstfremsta plássi við 23 stigum. Men so er ikki. Fleyr er nummar fýra, men enn er ikki heilt ógjørligt at røkka finaluni. Men so krevjast trý stig ímóti Drátti mikukvøldið ??? og trý stig aftrat í hvørjum av teimum báðum seinastu dystunum ímóti SÍ og Mjølni. So endar Fleyr á 27 stigum.

Men hesum ætlar Dráttur tó at steðga longu mikukvøldið. Og sum nevnt omanfyri, vinnur Dráttur sær trý stig, so liggur liðið á finaluplássi um KÍF ikki fær stig ímóti oddaliðnum Mjølni.

Hópin av øðrum matematiskum møguleikum eru. Ein teirra er, at støðan sær soleiðis út eftir dystirnar mikukvøldið:

Lið - Dystir / Stig
Mjønir 12 / 25
KÍF 13 / 25
Dráttur 12 / 22

Tað hendir um Dráttur og KÍF vinna sínar dystir 3-0.

Støðan kann eisini síggja soleiðis út:
Lið ??? Dystir / Stig
Mjølnir - 12 / 28
KÍF - 13 / 22
Fleyr - 13 / 21
Dráttur - 12 / 19

Tað hendir um Fleyr og Mjølnir vinna 3-0.

Liðini spæla tilsamans 15 dystir hvør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder