2018-04-22 15:24
Á Galla-veitslu sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipaði fyri í gjárskvøldið fingu bestu leikararnir henda heiðurspláti fra Magnusi Tausen, formanni í FBF.
Hjá kvinnunum vann Fleyr seks av sjey titlum, meðan tað var meira javnt býtt hjá monnunum millum ymisku feløgini.
Venjararnir og liðformenninir á einstøku liðunum í meistaradeildini hava seinastu vikuna stemma um bestu leikararnir og úrslitið gjørdist hetta:
| Ársins leikari | Ársins leikari | |
| Anja S. Danielsen, Fleyr | Thorvald Danielsen, Mjølnir | |
| Ársins hevari | Ársins hevari | |
| Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr | Thorvald Danielsen, Mjølnir | |
| Ársins blokkleikari | Ársins blokkleikari | |
| Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr | Trygvi Hansen, ÍF | |
| Ársins áleypari | Ársins áleypari | |
| Anja S. Danielsen, Fleyr | Steffan Rosenlund Olsen, Mjølnir | |
| Ársins verjuleikari | Ársins verjuleikari | |
| Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur | Bjarni Larsen, ÍF | |
| Ársins stjørnuskot | Ársins stjørnuskot | |
| Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr | Hjørtur Joensen, SÍ | |
| Ársins venjari | Ársins venjari | |
| Kristian Mikkelsen, Fleyr | Boban Ilic, ÍF | |
| Ársins dómari | ||
| Jan Hentze |
Vegna Jan Hentze tók Rói Hentze móti plátuni, vegna Bogan Ilic tók Andreas Reinert Zachau ímóti, og vegna Bjarna Larsen tók Teitur Eliasen ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald