Ítróttur

Flogbóltur: Stór Høllin nýggjar møguleikar ??? 141 dystir í dag

...

2018-03-03 11:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Umbygda og nýggja Høllin á Hálsi gevur flogbóltinum nýggjar og góðar møguleikar at hava stórar kappingar - og júst hetta verður roynt í dag.

Stóra satsið hjá Flogbóltssambandi Føroya ??? Flogbørn ??? fer í dag at hava sína stórstu kapping, sum øll verður gjøgnumførd íeinari høll.

Um 80 lið í aldrinum undir 12 ár fara í tíðarskeiðnum frá kl. 12,30 og 5,5 tímar fram at spæla flogbólt á 10 vøllum í Stór Høllini á Hálsi og íalt 141 dystir verða leiktir.

Feløgini, sum eru við eru hesi:

Ternan, Toftir

KÍF, Kollafjørður

Dráttur, Miðvágur/Sandavágur

Fleyr, Tórshavn

B 71, Sandoy

SÍ, Sørvágur

TB, Tvøroyri

Mjølnir, Klakvík

ÍF, Fuglafjørður

Høvuðsfyrireikarar í kappingini eru Anne Frederiksen og Peter Morell.

Kappingin verður liðug umleið klokkan 17,45

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder