Ítróttur

Flogbóltur, steypakappingin: Verður aftur 5-settari í dag?

...

2017-12-03 13:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um vikuskiftið er steypakappingin í flogbólti byrja, og í dag verður kanska ein av teimum mest spennandi dystunum, tí oddaliðini í meistaradeildini hjá monnum eru komin í sama bólk.

Fleyr og Mjølni møttust seinasta vikuskiftið í Klaksvík, og tá vann Mjølnir dystin 3-2, har 4. sett endaði 32-30 til Fleyr, meðan Mjølnir vann 5. sett 24-22.

Dysturin millum liðini í dag verður kl. 15,00 í Gundadalshøllini. Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum.

Hin dysturin í steypakappingini í dag verður í Trongisvági millum TB og Drátt klokkan 14,30.

??rslitið av dystunum í gjár gjørdust:

SÍ ??? Ternan, kvinnur, 3-0

KÍF ??? Mjølnir, kvinnur, 3-0

TB ??? SÍ b, menn, 1-3

ÍF ??? SÍ a, menn, 3 - 0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder