Ítróttur

Flogbóltur: So byrjar steypkappingin

....

2017-12-01 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um vikuskiftið byrjar steypakappingin í flogbólti hjá kvinnum og monnum.

Kvinnunar eru býttar í tveir bólkar við hesum liðum, sum er bólkaði í mun til úrslitið av steypakappingini undanfarna ár.

Í bólki 1 eru 4 lið: TB, SÍ, Dráttur og Ternan, sum dagliga ikki leigar í meistardeildini. Í bólki 2 eru hesi lið: Fleyr, KÍF og Mjølnir.

Dystirnir komandi vikuskiftið í kvinnudeildini eru hesir:

Leygardagin 2. desember kl. 15,15 SÍ - Ternan Sørvágur
Leygardagin 2. desember kl. 13,00 KÍF - Mjølnir Kollafjørður
Sunnudagur 3. desember Kl. 14,30 TB - Dráttur Trongisvágur

Meistaradeild menn:

Í bólki 1 hjá monnunum eru Fleyr, Mjølnir, TB, og SÍ b.

TB og SÍ b leika vanliga ikki í meistaradeildini. Í bólki II eru SÍ, ÍF og Fleyr b, sum vanliga ikki leikar í meistaradeildini.

Dystirnir hetta vikuskiftið eru hesir:

Leygardagin 2. desember kl. 13,00 TB - SÍ b Trongisvágur
Leygardagin 2. desember kl. 17,15 SÍ - ÍF Sørvágur
Sunnudagur 3. desember Kl. 15,00 Fleyr a - Mjølnir Gundadalshøllin
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder