SÍ ??? Mjølnir 3-0 (25-14, 25-10, 25-18)
Søga varð skrivað á Giljanesi í dag, tá ið fyrsti stórsteypadystur nakrantíð í flogbólti varð leiktur. Ogkvinnurnar í SÍ kunnu kunnu í minst eitt ár kalla seg einastu stórsteypavinnarar í flogbólti í Føroyum.
SÍ nógv sterkari.
Kvinnurnar í SÍ byrja nýggja kappingarárið við somu góðu taktum, sum tær vístu síðsta kappingarár eftir attær fingu Juliiu Kuvshinova inn á liðið nakað inni í kappingarárinum. Rajko Petrovic venjari hevur nógvarstinnar leikarar at taka av, og úr Drátti er Sissal Ellefsdóttir komin aftur, so SÍ liðið er enn sterkari enn áður.Og tað fingu FM-vinnararnir í Mjølni sanniliga at føla, tí SÍ-kvinnurnar vóru bara omaná og ruddiliga tað.
SÍ er FM-favorittur.
Nú skal júst hesin dysturin takast við øllum møguligum fyrivarnum, tí meðan SÍ-liðið kundi stilla í sterkastuuppstilling og tykist longu nú vera í góðari venjing, var liðið hjá Mjølni merkt av, at hvørki hevarin AlinkaAdamenya ella Sofía Purkhús frá FM-liðnum í fjør vóru við. Alinka verður við aftur, men verri er við Sofíu,sum neyvan spælir í ár. Tað er stórur missur hjá Mjølni, men unga ættarliðið, sum nú verður spælt inn,hevur góðar vónir og skal nokk fara at býta frá sær.
SÍ harafturímóti má metast sum ein at sterkastu FM-favorittunum. Liðið hevur alt, sum skal til bæði í dygdog breidd, og hevur nógv mest vinnandi venjaran í Føroyum í Rajko Petrovic. SÍ verður liðið, sum øll hinikoma at renna aftaná hetta kappingarárið og skulu royna at vinna seg framum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald