Ítróttur

Flogbóltur: Seinastu 4 í KÍ-Høllini leygardagin

...

2018-02-05 16:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti verða í ár leiktar í KÍ-høllini í Klaksvík.

Byrjað verður klokkan 13,00 og hildið verður áfram til umleið umleið klokkan 21,00 um kvøldið. Á skránni eru 4 dystir.

Dystirnir eru hesir:

13,00 Fleyr ??? TB (kvinnur)

15,00 Dráttur ??? Mjølnir (kvinnur)

17,00 ÍF ??? Mjølnir (menn)

19,00 SÍ b ??? SÍ a (menn)

Undanfarin ár eru hálvfinalurnar leiktar í Høllini á Hálsi, men við tað at henda í ár er undir umbygging og ikki verður klár til 10. Februar, hevur Flogbóltssambandið lagt dystinar í KÍ-høllina.

Í sambandi við dystin verður taraflex-gólvið lagt út eins og aðrar broytingar verða gjørdar, so høllin verður ikki at kenna aftur.

Bæði Rás 2 og KVF koma at senda frá tiltakinum 10. Februar í KÍ-høllini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder