Ítróttur

Flogbóltur: Mjølnir og Mjølnir

...

2017-11-20 20:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Meistardeild kvinnur:

Tveir dystir hava verið um vikuskiftið í meistaradeildini hjá kvinnum. Í Klaksvík hevði Mjølnir vitjan av TB leygardagin, og eins í øllum undanfarnum dystunum í ár, so var tað Mjølnir, sum tryggjaði sær sigurin við 3-1. Mjølnir tapti annað setti heili 25-13, men kom so afturíaftur og vann 3. og 4. settið ávikavist 25-17 og 25-20.

Hin dysturin um vikuskiftið var sunnudagin millum KÍF og Fleyr. Henda dystin vann Fleyr 3-0 við settúrslitunum 25-16, 23-25 og 16-25.

Til tíðir var stórur spenningur í dystinum, tí ofta var KÍF frammanfyri, men megnaði ikki at vinna upp mál til seinasta bóltin.

Mjølnir liggur sostatt framvegis trygt á odda við 14 stigum, meðan Fleyr er beint í hølunum á teimum við 12 stigum.

Støðan er henda hjá kvinnunum:

Meistardeild menn:

Leygardagin spældi Mjølnir ímóti SÍ í Klaksvík, og enn einaferð gjørdi Mjølnir sína skyldu og vann dystin 3-0 við settúrslitunum 25-19, 25-14 og 25-23.

Hin dysturin um vikuskiftið var meira spennandi og endaði hesin 3-2 til ÍF, sum var á vitjan hjá Fleyr.

Settini endaðu 25-22, 8-25, 25-22, 27-29 og 13-25.

Í fjórða setti hevði Fleyr 3 dystarbóltar, men kláraði ikki at avgerða dystin.

Støðan er framvegis tann, at Mjølnir er á odda við 15 stigum, meðan Fleyr er á øðrum plássi við 10 stigum.

Støðan er henda hjá monnunum:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder