2017-11-24 16:59
TB tekur ímóti Drátti í Trongisvági leygardagin kl. 13,00. Fyrra dystin millum liðini vann Dráttur 3-0. Dráttur hevur í løtuni 4 stig og liggur á 4. plássi meðan TB liggur á 6. plássi við 3 stigum.
Hin dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum verður í Sørvági kl. 13,00 sunnudagin. Tá tekur SÍ ímóti Fleyr. Liðini hava leikt ein dyst ímóti hvørjum øðrum í ár, og henda vann Fleyr 3-1.
Fleyr liggur á øðrum plássi við 12 stigum, meðan SÍ liggur á 5. plássi við 4 stigum.
Støðan er henda:
| Nr. | Felag | Stig |
| 1 | Mjølnir | 14 |
| 2 | Fleyr | 12 |
| 3 | KÍF | 8 |
| 4 | Dráttur | 4 |
| 5 | SÍ | 4 |
| 6 | TB | 3 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald