Ítróttur

Flogbóltur, kvinnulandsliðið: Dani settur sum landsliðsvenjari

...

2019-04-18 08:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Flogbóltssamband Føroya hevur sett danan Lars Engell sum landsliðsvenjara hjá kvinnum.

Lars ervæl kendur frá donskum flogbólti, og hevur millum annað vant fleiri føroyska leikarar, sum hava leikt í donsku kappingini, m.a. Sofíu Splidt Purhús, sum varð vald sum ársins leikari í Danmark fyri nøkrum árum síðani.

Um Lars kann upplýsast:

- hann hevur verið flogbóltsvenjari í yvir 25 ár

- harav nógv ár sum elitu-venjari í Danmark

- arbeitt sum scout / Statistikk (datavolley 4 proffessional)

- er fyrrverandi hjálparvenjari hja Danska A-kvinnulandsliðnum og DU 20 landsliðnum

- og er eisini fyrrverandi skeiðleiðari /undirvísari á divisionsvenjaraskeiðunum.

Lars Engell hevur verið í Føroyum og hugt eftir leikarunum og í sambandi við páskini, kemur hann at hava fleiri venjingar við teimum leikarunum, sum ikki eru við í FM-finalunum. Leikararnir frá FM-finalunum verða tó við í venjingunum 2. páskadag.

Umleið 40 leikarar hava verið til venjing í bruttotruppinum.

Hjálparvenjari verður Kristian Mikkelsen meðan Andreas Zachau verður knýttur at liðnum sum scout / statistikari.

Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum verður kapping í Luksemborg har hesi lið verða við:

Bólkur IBólkur II
LuksemborgSkotland
GrønlandFøroyar
Norður ÍrlandÍrland

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder