Ítróttur

Flogbóltur: Kasper og Bárður steypavinnarar í Danmark

...

2017-12-17 15:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár gjørdust Kasper Lorentzen og Bárður B. Mikkelsen danskir steypavinnarar í flogbólt.

Hetta gjørdist greitt, tá teir í dag leygardagin vunnu 3-1 á Gentofte í Fredeiksberg-Høllini í Keypmannahavn.

Settini endaður:25-23, 18-25, 25-20, 25-20

Kasper Lorenzen byrjaði á liðnum í heyst, tá hann fór til Danmarkar í lestraørindum, meðan Bárður B. Mikkelsen hevur verið knýttur at liðnum í fleiri ár sum hjálparvenjari.

Bárður B.Mikkelsen hevur seinastu árini verið landsliðsvenjari hjá føroyska manslandsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder