Ítróttur

Flogbóltur: FM finalur fyri ung í Trongisvági

...

2018-03-08 10:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir tvey vikuskifti við halvfinalum og finalum í steypakappingin, er nú klárt at fara undir FM-finalurnar hjá teimum ungu.

Og enn einaferð verður hetta við fullum útblástir.

TB hevur enn einaferð átikið sær at breiða taraflexgólvið út í høllini í Trongisvági eins og tey skipa fyri tiltakinum, sum longu byrjar klokkan 16,30 fríggjadagin 9. mars, tá fyrsta finalan verður leikt.

Henda er millum D 15 hjá SÍ og Fleyr.

Annars er skráin henda fyri fríggjadagin og leygardagin, tá íalt 10 finalur verða leiktar:


Fríggjadag 9. mars

Deild

Lið 1

Lið 2

kl.
Dreingir 15-Fleyr16.30
Gentur 16-Fleyr18.30
Dreingir 17-Fleyr20.30

Leygardag 10. mars

Deild

Lið 1

Lið 2

kl.
Gentur 12-Ternan10.00
Dreingir 12-Ternan11.00
Gentur 14 ASÍ a-TB a12.00
Mansungl.-Fleyr14.00
Gentur 14 BSÍ b-KÍF b16.00
Gentur 19-Fleyr18.00
Kvinnuungl.Fleyr-20.00

Sum ikki einaferð, so er tað SÍ sum er best umboðað í finalunum ??? ja, í øllum. Fleyr er í 6 finalum, meðan Ternan er í tveimum og TB G 14 og KÍF eru í einari hvør.

Men tað er ikki bara flogbóltur sum verður í høllini henda dagin, tí eisini Anita skipar fyri tí stóra kalda borðinum, sum hevur fingið sera góða móttøku, og kostnaður er bert kr. 120,00 fyri vaksin og kr. 60 fyri børn.

Viðvíkjandi stroyming verður meira kunning hósdagin ella tórsdagin, sum er meira lokalt.

Varðin Pelagic er høvuðsstuðul á FM-finalunum í Trongisvági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder