Ítróttur

Flogbóltur: Avgerðandi steypadystir í dag

...

2021-01-30 12:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu dystirnir í innleiðandi umfarinum í steypakappingini í flogbólti verða spældir um vikuskifti.

Í dag - leygardagi - kl 16 tekur mannsliði hjá SÍ ímóti Fleyr á heimavølli.
Lagt er upp til ein spennandi dyst.
Í landskappingini hava hesi liðini spælt 4 dystir sínámillum.
Fleyr hava vunnið 3 og SÍ vann seinasta dystin undan jólum ímótil Fleyr.
Sí og Fleyr hava enn fyrsta sigurin í steypakappingini til góðar, og sostatt er tað vinnarin av hesum dysti, sum skal spæla ímóti nr. 2 í semifinaluni, sum verða spældar leygardagin 13. februar í Klaksvík. Harafturímóti kemur tann sum tapir hendan dystin at spæla ímóti nr. 1 frá innleiðandi umafrinum.
Hvør verður nr. 1 og 2 verður avgjørt á Kambsdali í dag kl. 16. har ÍF tekur ímóti Mjølnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder