2018-04-19 12:16
Liðformenn og venjarar á øllum liðunum hava nú atkvøtt um bestu leikararnar í meistaradeildini hjá kvinnum.
Hvør einstakur hevur havt tríggjar stemmur í hvørjum bólki, og besti leikarin hevur fingið 5 stig, næstbesti 3 stig og tann triðji 1 stig.
Á Galla-veitslu, sum Fleyr skipar fyri leygardagin 21. apríl verður almannakunngjørt, hvør verður vinnari í hvørjum bólki.
Niðanfyri eru trý tey bestu í hvørjum bólki sum eru innstillaði ??? hesi eru uppsett í bókstavarøð.
| Ársins leikari | |
| Anja S. Danielsen | Fleyr |
| Anna Sunadóttir Hansen | Dráttur |
| Hanna Iansdóttir Biskopstø | Fleyr |
| Sóley Mørch Poulsen | KÍF |
| Ársins hevari | |
| Guðrun L. Joensen | KÍF |
| Hanna Iansdóttir Biskopstø | Fleyr |
| Petra Sunadóttir Hansen | Dráttur |
| Ársins blokkleikari | |
| Sóley Mørch Poulsen | KÍF |
| Elisabeth Purkhús | Mjølnir |
| Súsanna Sólrunardóttir Ludvig | Fleyr |
| Ársins áleypari | |
| Anja S. Danielsen | Fleyr |
| Anna Sára Leivsdóttir Skaalum | Fleyr |
| Anna Sunadóttir Hansen | Dráttur |
| Ársins verjuleikari | |
| Barbara Herdalur Poulsen | Dráttur |
| Inge Marie Rasmussen | Fleyr |
| Kristina Knudsen | Fleyr |
| Ársins stjørnuskot | |
| Elsa Samuelsen | KÍF |
| Hanna Iansdóttir Biskopstø | Fleyr |
| Julia N. Mortensen | TB |
| Sesilia Johnsdóttir Prior | Dráttur |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald