2014-06-24 21:56
Fleiri stór skip eru ávegis í føroyskan og grønlendskan sjógv at fiska makrel.
Vit hava frætt, at skipini Sakhar Sorokin og Capitan Naydianov hjá felagnum Euro Fish úr Murmansk eru ávegis í grønlendskan sjógv, har teir hava keypt sær rættindi í grønlendskum sjógvi. Eisini skulu Capitan Nazim og Aleksander Mirenenko fiska í Grønlandi.
Atlantic Orion, sum var í føroyskum sjógvi í fjør kemur aftur í ár at frysta inn frá føroyskum skipum.
Íslendski trolarin Alina, sum hevur fiskað í Suður-Atlantshavinum, er eisini ávegis til Ísland, har teir fara at fiska av íslendsku og grønlendsku kvotuni.
Trolarin Shabalin, sum eisini hevur fiskað í Suður-Atlantshavinum kemur eisini norðureftir, teir skulu fiska av russisku makrelkvotuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald