Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 er stuðulin til sorgarbólkin Beran øktur úr 100.000 krónur í 300.000 krónur.
Í viðmerkingunum stendur, at stuðulin verður latin til Sorgarbólkin Berin, sum byrjaði virksemi sítt í 2003. Endamál Berans er, at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og/ella systkin við deyða, eitt stað, har tey kunnu hittast og práta við javnlík.
Sorgarbólkar eru gjørdir fyri foreldur, sum hava mist børn. Tørvur er á at gera eitt forum fyri tann av foreldrunum hjá hesum børnum, sum situr eftir. Játtanin er hækkað við 200 tús. kr.
- Tað eru mong børn og ung, sum sita við miklari sorg eftir, at ein av teirra kæru eru farin. Sjálvhjálparbólkurin Berin hevur í mong ár veitt børnum og ungum hjálp og stuðul til tess at koma ígjøgnum sorgina. Tí fegnist eg um, at játtanin til Beran er hækkað við 200 túsund krónur. Hetta fer vónandi at bøta um arbeiðið hjá eldsálunum handan sjálvhjálparbólkin, og vónandi fer løgtingið, sum í dag fer at viðgera fíggarlógaruppskotið fyri 2014, somuleiðis at taka undir við, at hendan játtanin verður hækkað, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í viðmerking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald