Vinna

Fleiri enn 50 útlendsk skip í føroyskum sjóøki

...

2015-04-22 03:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nógv skip eru á svartkjaftaveiðu sunnanfyri - Í kvøld eru fleiri enn 50 útlendsk skip á svartkjaftafeltinum, nøkur eru ávegis suður á feltið og onnur sigla inn - Huginn, Lundey og Tróndur í Gøtu eru ávegis til Ísland, tey russisku skipini umskipað í Føroyum. Eitt norskt og eitt íslendskt skip vóru á Havnini í dag, tað norska - Rogne - bíðaði eftir at sleppa at fiska, tí norðmenn kunnu ikki hava meira enn 14 skip á feltinum í senn - hvat íslendska skipið Sigurdur gjørdi á Havnini vita vit ikki, men tað liggur har enn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder