Mentan

FLAGGDAGUR ??? EITT S??GULIGT ÁTTATI ÁRA MINNI

...

2020-04-25 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jógvan á Lakjuni skrivar á Facebook:

FLAGGDAGUR ??? EITT S??GULIGT ÁTTATI ÁRA MINNI

Faðir okkara, Jákup Oluf (??regaard) á Lakjuni, fór til skips 14 ára gamal í 1931 við ???Fugloynni???, sum Jóan Jakku av Viðareiði átti. Í 1932 og 1933 var hann við ???Ruth??? hjá S. P. Petersen í Fuglafirði.

Í 1934 fór hann við ???Boðasteini??? hjá Jákupi Haraldsen í Fuglafirði og var við har til einaferð út á várið í 1940, tá ið hann fór við nýbygdu ???Vón??? hjá Sigurdi Simonsen í Fuglafirði, sum hann sigldi við undir øllum krígnum og fram til 1949.

Í frásøgn, sum stendur í 13. bindi í Siglingarsøguni hjá Páll J. Nolsøe, sigur pápi frá hesum nú 80 ára gomlu søguligu hendingunum, tá ið teir umborð á fuglafjarðarsluppini ???Boðasteini??? frættu, at Danmark var hersett, og tá ið teir fingu boð um at sigla við føroyskum flaggi:

Pápi sigur soleiðis frá:

???Í 1940 um várið var eg eisini við ???Boðasteini???. Vit fóru av Fuglafirði tíðliga um morgunin tann 9. apríl, og á vegnum fóru vit inn á Oyndarfjørð at keypa tubbak. Meðan onkur av manningini var inni hjá keypmanninum har, opnaði hann fyri radionum. Tá var eyka útvarpssending úr Danmark, ið segði frá, at týskararnir høvdu tikið Danmark. Vit settu so kós móti Íslandi og kastaði í Meðlandsbuktini.

Tá ið vit høvdu fiskað nakrar dagar, komu boð frá bretum, at vit skuldu føra føroyskt flagg. Tað áttu vit ikki umborð og fóru tí at gera eitt sjálvir.

Jóannes Jacobsen í Lon seymaði eitt flagg úr einum hvítum havragrýnssekki og eini bláari skjúrtu, og tað reyða varð tikið úr tí danska flagginum.

Tað var gott veður tann dagin, tá ið tað var drigið upp, og vit tóku á at syngja:

Sjá, tú blánar sum loftið,
og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur,
brot og vetrarins ljóð ???

Hetta var eitt søguligt flagg, og vit vóru ernir, tá ið tað hekk har og veittraði!

Hetta var mín síðsti túrur við ???Boðasteini???. Umborð har las skiparin lestur hvønn sunnudag, og møti plagdu teir eisini at hava um kvøldið.???

-----

Skipari á ???Boðasteini??? var Edvard Jacobsen hjá Onnu Petru.

Í bókini, ???Handilsvirkið Haraldsen í 75 ár???, stendur, at Edvard førdi ???Boðastein??? frá 1934 til 1950 við undantak av 1941, tá ið Jóhannes í Lon førdi hana.

Jákup Haraldsen keypti ???Star of Hope??? frá Rasmus Rasmussen í 1929 og gav henni navnið ???Boðasteinur???. Víka-Rasmus, sum hann vanliga varð nevndur, keypti hesa sluppina longu í 1913.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder