Vinna

Finnur Fríði, Slættaberg, Fram og Steintór sigla allir inn við makreli

...

2014-09-05 15:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Skipini, sum royna norðast í føroyska sjóvøkinum eftir makreli hava, hava havt hampuligan fiskiskap teir seinastu dagarnar.

Finnur Fríði, Slættaberg, Fram og Steintór sigla øll inn.

Finnur Fríði hevur 1.600 tons, teir skulu landa á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri tíðliga í kvøld. Finnur Fríði hevur partrolað saman við Fagraberg, Fagraberg partrolar nú við Jupiter.

Slættaberg hevur 800 tons, teir skulu landa á Kollafirði, Slættaberg verður á Kollafirði í kvøld.

Fram hevur 300 tons, teir skulu landa til Vestmanna Seafood, Fram verður eisini á Vestmanna í kvøld. Fram hevur partrolað við Steintór, Steintór hevur uml. 80 tons, sum teir skulu landa í Hvalba, teir verða á Hvalba seinnapartin í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder