Vinna

Finnur Fríði siglir til Føroyar fullfermdur

...

2014-04-16 00:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði er farin at sigla til Føroyar fullfermdur av svartkjafti - 2.500 tons.

Finnur Fríði hevur roynt á leiðini vestur úr Hebridunum, skipini hava havt góðan fiskiskap, tó lógu tey bakk leygardagin.

Svartkjafturin flytir seg spakuliga norðureftir, seinast í farnu viku fiskaðu skipini í ein útsynning og beint vestur úr St. Kilda, nú eru øll svartkjaftaskipini komin norður um St. Kilda.

Vit tosaðu umborð á Finn Fríða fyri løtu síðan, veðrið er gott á leiðini, teir hava undan og rokna við at koma á Fuglafjørð um 18 tíðina mikukvøldið, har teir sleppa framat at landa tá ið Christian í Grótinum er liðugur.

Les eisini: Jupiter fullfermdur av svartkjafti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder