Vinna

Finnur Fríði siglir inn við 2.500 tonsum

...

2014-05-10 22:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Finnur Fríði siglir inn við fullari last - uml. 2.500 tonsum av svartkjafti. Finnur Fríði hevur hendan túrin roynt uml. 20. fj. vestur úr Akrabergi, Finnur Fríði byrjaði túrin mikudagin.

Teir fara á Fuglafjørð við lastini, Finnur Fríði verður á Fuglafirði í nátt, men sleppa ikki framat at landa fyrrenn mánadagin.

Tróndur í Gøtu, sum hevur verið í Norra, har teir hava fingið trolspølini umvæld, loysti úr Norra í morgun, teir koma aftur á feltið sunnanfyri í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder