Vinna

Fimm prosent rinda helvtina av landsskattinum

...

2014-09-03 13:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF.fo skrivar: Helvtin av skattaborgarunum í Føroyum rindaðu 95 prosent av landsskattinum í 2012, vísa tøl hjá TAKS.

Sambært tølunum rindaðu tey hægst løntu, sum vóru eitt prosent av skattgjaldarunum, tíggju prosent av landsskattinum í 2012.

Tað vóru tey, sum fingu meira enn 900.000 kr. í løn tað árið. Tey vóru 498 í tali.

Sambært tølunum hjá TAKS vóru 30 fólk í Føroyum í 2012, sum høvdu meira enn tvær milliónir krónur í løn.

Tey rindaðu 15,5 milliónir í landsskatti.

Í 2011 vóru 14.878 skattgjaldarar í Føroyum, sum høvdu meira enn 250.000 kr. í løn. Í 2012 vóru teir næstan 1.000 fleiri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder