Føstulávintsmánadag - 24. februar í ár - fóru 15 mans til gongu úr Sandavági niðan á Reynabrúgv, har teir fóru at sláa tunnu. Seinastu árini hava nakrir mans úr Sandavági sligið tunnu saman seinnapart føstulávinsmánadag. Tvey tey fyrstu árini varð sligið á Gálgasteini, sum er á markinum millum Sandavág og Miðvág, og í fjør var sligið í Løgmansgarðinum í Sandavági.
Komnir niðan á Reynabrúgv varð riggað ein gálga til, og so var klárt at sláa. Tað tók góðar tveir tímar at fáa tunnuna niður, og eftir tað var okkurt kvæði tikið.
Komnir oman aftur í bygdina var farið til bóndan á Nesinum, at fáa sær ein betri bita, áðrenn leiðin gekk heim á Loftagrund at sláa felagstunnuna hjá bygdafólkunum.
Tónleikurin í filmsbrotinum er frá Hamradun, og er talan um Jallgríms kvæði.
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald