Vinna

Fíggjarætlanin hjá Sørvágs kommunu fyri 2019 er samtykt

...

2018-11-29 11:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sørvágs bygdaráð samtykti á bygdaráðsfundinum mikukvøldið hin 28. november 2018 fíggjarætlanina fyri 2019.

Hesi eru høvuðstølini:

Rakstur: 46.123.000

Løgur: 15.990.000

RL??: 1.921.000

Skattaprosent: 21,7%

Barnafrádráttur: 6.000

Barnaansingargjøldini eru óbroytt.

Inntøkurnar eru mettar til kr. 60.192.000. Av hesum er persónsskatturin kr. 43.470.000 og partafelagsskatturin kr. 3.500.000. Restin er afturbering frá landinum til eldraøkið. Raksturin er mettur til kr. 46.123.000, og kr. 15.990.000 eru settar av til íløgur.

Íløgurnar verða fíggjaðar við góðum 9 mió. í rakstrinum, 5 mió. verða tiknar av tøkum peningi, meðan restin sløk 1.5 mió. verður fíggjað við lántøku.

Kommunan fer í 2019 at gjalda slakar 4.5 mió. í avdráttum av láninum.

??tlaðu íløgurnar fara í høvuðsheitum til byggibúningina á Middagsvarða, útbygging av Alvalon og umvæling av heiminum á Sýnini. Peningur er eisini settur av til miðstaðarøkið á Stakka og framhaldandi dagføring av spillivatnsskipanini.

Sørvágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder