Ítróttur

FF Klettar hevur skipað nýggja nevnd í kvøld

...

2018-03-08 21:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FF Klettar, føroyska fótbóltsfelagið í ??rhus hevur skipað nýggja nevnd í kvøld. Nakað av útskifting hevur verið í nevndini í ár.

Nevndin sær soleiðis út:

Formaður: Brandur Heinason

Næstformaður: Hørður Hentze Johansen

Kassameistari: Páll Mortensen

Stuðulsábyrgdarmaður: Hans Otto Samuelsen

Dystarsamskipari: Beinir Danielsen

Tiltakslimur: Hjalgrímur Janusarson Vestergaard

Tiltakslimur: Fróði Ludvig

FF Klettar varð sett á stovn 23. februar 2013. Í ár hevur FF Klettar meldað eitt 11 mans lið til kappingarárið 2018. Frammanundan hevur felagið havt bæði 7 mans lið við kvinnum og monnum. Sum skilst heldur venjarin Fróði Ludvig fram til í summar.

Fyrsti dystur felagsins verður 8. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder