Mentan

Ferðslutrygdin er raðfest

...

2020-11-18 15:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ráðið Fyri Ferðslutrygd og politiið seta støðugt yvirskipaðu ferðslutrygdarviðurskiftini í Føroyum í miðdepilin. Í tøttum samstarvi miða myndugleikarnir eftir at gera ferðsluátøk á støðum, har vandin er størst fyri ferðandi í ferðsluni.

Myndugleikarnir hava sum felags mál at økja um ferðslutrygdina, at økja um tryggleikan hjá borgarunum og at tryggja skynsemi í ferðsluni.
Í hesum arbeiðnum er parturin hjá politinum at raðfesta ítøkilig og miðvís tiltøk, sum taka støði í áðurnevndu ferðsluátøkum.
Serligur dentur verðu lagdur á ferðslulógarbrot, sum kunnu viðføra stóran skaða á fólk, ella at ferðandi doyggja í ferðsluni.
Hetta umfatar m.a.:
- Týðandi brot á ferðslulógina, sum føra til klipp í koyrikortið.
- Ikki at vera nóg ansin í mun til átakið - ???Tig og Koyr??? / ???5 sekund = 111 m v/ 80 km/t???
- Tá koyrt verður ov skjótt í mun til átakið ??? ???halt hámarksferðina, ókey????
Í 2018 doyði eingin persónur í ferðsluni. Í 2019 doyði ein persónur í ferðsluni. Higartil í 2020 er eingin persónur deyður í ferðsluni.
Hendan gongdin er ógvuliga positiv. Serliga tá hugsað verður um, at tað nú bert eru heilt fáir borgarar, sum uppliva ógvusligar vanlukkur, ella eru avvarðandi hjá persónum, sum eru deyðir í ferðsluni.
Uppgerð yvir ferðslulógarbrot í 2020 vísir, at tað framhaldandi er neyðugt at gera vart við týdningin av, at ferðandi í ferðsluni eru árvakin og skynsom.
Higartil hevur politiið í Føroyum skrivað 1861 mál fyri brot á ferðslulógina.
Býtið er soleiðis:
- 377 mál eru skrivaði fyri lógarbrot, sum føra til klipp í koyrikortið.
- 338 mál eru skrivaði viðvíkjandi handhildnari fartelefon.
- 230 mál eru skrivaði viðvíkjandi ov høgari ferð.
Hendan gongdin er ikki positiv. Vit kunnu tí bara staðfesta, at helmingurin av øllum málunum viðvíkja ferðslulógarbrotum, har vit av royndum vita, at ferðslutrygdin hjá borgarunum verður sett í týðandi vanda.
Politiið í Føroyum hevur tí hesa áheitan til øll ferðandi í ferðlsuni. Set ferðina niður. Koyr bil, tá ið tú koyrir bil.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder