Nógv fólk var á fundinum á Búnaðardeplinum í kvøld, har evnið var "Ferðavinna og føroysk ross" - fleiri enn 40 fólk vóru møtt til fundin, sigast má, at fundurin var væl fyriskipaður og gevandi.
Nógv áhugavert kom fram á fundinum.
Dorthea Joensen av Signabø, sum var høvuðssamskipari av tiltakinum bjóðaði vælkomin og greiddi frá teirra ætlanum á Signabø.
Rhys Evans, frá Høgskulen for Landbruk og bygdeutvikling í Norra, greiddi frá um verkætlanina við rossum og ferðavinnu í Norra - sera áhugavert.
Súsanna Sørensen frá Visit Faroe Islands greiddi frá um marknaðarføring av ferðavinnu í Føroyum, hon dugdi sera væl at siga frá, hvat ferðavinnan legði áherðslu á í nýggju brandanini.
Ingibjørg Sigurðardóttir, Hólar, Íslandi, greiddi frá aling av íslendska rossinum.
Bjørn Batursson frá Búnaðarstovuni greiddi frá teirra leikluti í samband við aling av føroyskum húsdjórum.
Guðrun Helgadóttir, Hólar, Ísland, hevði eina frágreiðing um íslendska rossið í ferðavinnuni.
Til endans tók Hans Petersen - form. í Felagnum Føroysk Ross - samanum og takkaði fyri ein sera áhugaverdan og gevandi fund.
Góður drekkamuður við breyði og føroyskum viðskera var at fáa.
Aftaná var møguleiki at síggja og royna føroysk ross uttanfyri Búnaðarstovuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald