Aðalorðaskiftið um innlendismenning av ferðavinnuni í Føroyum var júst í løgtinginum og vit hava hoyrt væl fyrireikaðar og engasjeraðar framsøgurøður, sum eru komnar inn á mangar ymiskar hjáknýttar tættir í ferðavinnuni. Men fyrst og fremst viðgera vit evnið sum eitt vinnumál. Hetta er ein vinna, og teir spurningarnir, sum vit skulu seta okkum, eru, hvussu menna vit hana sum vinnu og hvørji kunnu fara at fáa lut í at virka í hesi vinnu. Hareftir koma verja av náttúru,mentan og friðaliga lívinum í Føroyum.
Í heildarætlanini, sum varð handað landsstýrismanninum í mai, er nakað um búskapin í hesi vinnu. Talið av ársverkum, sum starvast í ferðavinnuni, er vaksandi. Umleið 470 ársverk stava frá innkomandi ferðavinnu í 2015. Hetta er 85 ársverk fleiri enn í 2011. Um vit telja størv, sum óbeinleiðis eru avleidd av ferðavinnuni, er talið umleið 900 ársverk.
Eitt sindur av produktivitetsvøkstri er í vinnuni frá 2011 til 2014, sum síðani er fallin nakað í 2015, og mett verður, at tað er orsakað av sólarmyrkingini.
Í eini sundurgreining sæst, at uml. 60 % av umsetninginum stava frá flutningsfeløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum. Inntøkur frá meirvirðisgjaldið eru hækkaðar úr 19 mió. kr. í 2011 til umleið 30 mió kr. í 2015, og virðisøkingin er vaksin úr 165 mió. kr. í 2011 til 235 mió. kr í 2015. Hetta er ein vøkstur á 29,8 %.
Umsetningurin frá útlendskum ferðafólki er vaksin støðugt síðani 2011 við uml. 9 % um árið. Og vøksturin sær út til at halda fram. Innkomandi ferðavinnan svarar í dag til knapt 10 % av samlaða útflutningsvirðinum.
Tá tað kemur til gisting, mugu tøl takast við fyrivarni. Bæði Airbnb og tað, at ferðamannaskipini ikki eru við í gistitølunum, ger at vit mangla betri vitan um hendan kapasitet, tørv og gongd.
??ll hesi nevndu tøl eru rættiliga áhugaverd reint vinnuliga og vit mugu gera okkara ítarsta at fáa fatur á betri og fleiri hagtølum at byggja ferðavinnumenning á.
Avgjøld og skattir, sum vit leggja á vinnuna skulu mest av øllum brúkast strategiskt til at stýra ferðavinnuni tann vegin, vit vilja hava hana og at avmarka, har tað er tørvur á tí. Tílíkar inntøkur eru neyðugar, nú vit eru í eini tilgongd byggja upp. Og íløgutørvurin er stórur og kemur meira og meira í sjónarmála.
Ferðavinnan kann hava eina útjavnandi og stabiliserandi ávirkan á okkara búskap. Hon er ikki í sama mun tengd atkonjunkturum. Hetta er ein av orsøkunum fyri, at tað kann vera skilagott at raðfesta ferðavinnu í Føroyum. Og vit mugumenna hesa vinnugrein og at skapa karmar, sum tryggja eina ábyrgdarfulla og burðardygga ferðavinnu í Føroyum.
Fyri bara fáum árum síðani vóru framtíðarvónirnar á útoyggj heldur daprar, men ferðavinnuni at takka eru nýggir starvsmøguleikar kring alt landið møguligir, um vit gera okkum ómak, og á ein hátt mennir hendan vinna eisini trivnaðin í Føroyum við øllum teimum tilboðunum, sum eisini tey fastbúgvandi í Føroyum njóta gott av.
Vit eru øll samd um, at ferðavinna í Føroyum skal rekast burðardygt umhvørvisliga, sosialt og mentanarliga eins og búskaparliga og undir hesum evnum eru nógvir tættir at umrøða
Náttúruvernd
Náttúruvernd er ein felags avbjóðing. Vit mugu hava eina náttúrverndarlóg, sum er sera týdningarmikið fyri eitt ferðavinnuland. Tað er Heilsu- og Innlendismálaráðið, sum hevur ábyrgd av henni og eg havi skilt, at hon fer til hoyringar skjótt? Í mun til broytingar í jarðarlóggávu, so er tað Fiskimálaráðið, sum hevur ábyrgd, og so er tað stóri leikluturin hjá Uttanríkis-og Vinnumálaráðnum, sum yvirskipaður ferðavinnumyndugleiki, har ferðavinnan skal vera eitt slag av ambassadøri fyri okkara náttúru, sum jú er sjálvt grundarlagið undir hesi vinnu og fortreyt fyri víðari menning.
Í mun til hvørsmansrætt er at siga, at sjálvandi skal ferðavinnuvirksemi leggjast til rættis í samráð við jarðareigaran ??? eisini í mun til avkast av vinnuvirkseminum. Og vit skulu sjálvandi verja privata ognarrættin, samstundis sum hvørsmansrættur verður staðfestur. Hetta er í løtuni sera aktuelt kjak í mun til Stjórnarskipan Føroya.
Náttúruverndarlógin skal brúkast til at avmarka ferðing í økjum, sum verða mett viðbrekin ella á annan hátt hava brúk fyri verndarátøkum.
Á landi kann t.d. vera talan um at verja í mun til motorakfør. Á sjógvi er eitt dømi skjóttgangandi bátar, sum reglur mugu vera um. Viðvíkjandi ferðamannaskipum, so eru ongar reglur fyri, hvat tey kunnu gera av tiltøkum kring oyggjarnar og á oyggjunum. Tað skulu vit hava ??? fyri at verja náttúru og djóralív, men eisini fyri at tryggja okkara ferðasmiðum hesar vinnumøguleikar og inntøkur. Vit mugu sambært heildarætlanini hava hesi trý atlitini: 1: náttúra og trygd, 2: at teirra virksemi ikki kappingaravlagandi og 3: tilbúgving.
Mentan
Innan mentan eru stórir menningarmøguleikar. Ein Gallupkanning frá 2014 millum gistandi á hotelllum og øðrum gistingarhúsum vísti, at bert 7 % vóru komin til Føroya orsakað av mentan. Tá vit nú vita ??? og eisini gjøgnum vaksandi ferðavinnuna hava fingið eyguni latin enn meira upp fyri, hvussu ríkt og fjølbroytt okkara mentanarlív er, so sigur tað seg sjálvt, at um vit marknaðarføra mentanina, so eru stórar keldur at oysa av. Og í mun til vakstrarmøguleikar, so meti eg, at við einum tílíkum innsatsi og satsi, so røkka vakstrarmøguleikar og inntøkumøguleikar til ein fjølbroyttari starvshóp: listafólk og onnur við mentanarútbúgvingum, sum frammanundan ikki hava so stórar vinnumøguleikar í Føroyum, kunnu fáa breiðka sítt virkisøki og víðka um møguleikarnar fyri avkasti.
Eitt átak, sum vit eiga at fáa avgreitt er, at UNESCO sáttmálin um at verja siðaarv (immateriellan arv) verður settur í gildi fyri Føroyar, her m.a. føroyskur dansur er eitt boð upp á varðveitingarverdan mentanararv. Tí her hava vit aftur eitt gott kort, sum er ein góð vøra í mun til ferðavinnuna, men sum tá vit við vaksandi tilviti gera átøk at tryggja, at hann framhaldandi verður á lívi og breiddur út í fólkinum, eisini kemur føroyskari mentan til góðar og styrkir hana. So ofta ??? sum frágreiðingin hjá Poul Michelsen eisini leggur upp til ??? so er tað ein win-win støða, at vit við at seta í verk, vegna tað, at vit fáa gestir, ofta fáa minst líka nógv burturúr sjálvi, sum einstaklingar, sum samfelag, sum mentan.
Búskapur
Umsetningurin í ferðavinnuni verður mettur at vera knappar 700 mió. Strategiin er, at inntøkurnar frá ferðavinnuni skulu vaksa lutfalsliga skjótari enn talið av ferðafólki. Og hetta er væl sagt og ein góð ætlan, haldi eg. Eg eri vís í, at fólkið í Føroyum ynskir, at vit veruliga skulu fáa avkast ??? ikki minst til lokaløkini, og nýggj vinnurekandi ??? um vit skulu hava allar hesar gestirnar, ferðafólkini. Og landsstýrismaðurin sigur stutt og greitt: ???Fyri at siga tað eitt sindur fýrkantað, so snýr tað seg um at fáa so góða inntøku sum møguligt frá so fáum ferðafólkum sum gjørligt. Vit eiga at leggja allar okkara íløgur til rættis soleiðis, at vit røkka hesum málinum.???
Eg setti honum út frá hesum atlitum nakrar § 52a spurningarherfyri:
1) Hvussu gongur við ætlaðu innlendis menningini av ferðavinnuni?
2) Hvussu verður tryggjað, at útoyggjar, smápláss og avvarðandi partar fáa ávirkan á arbeiðið at byggja upp?
3) Hvussu kann tryggjast, at ætlaða innlendis ferðavinnumenningin veruliga fer at gagna útoyggjum og smáplássum?
4) Er neyðugt at marka fígging til átøk, starvsfólk ella samskipan til ferðavinnumenning og aðra vinnumenning í útoyggj?
Og svarini vóru hugalig at lesa, at júst hetta fokus eisini liggur í ætlanini um menning og um bygnaðarbroytingar ??? við orðingum sum: ???allar menningarætlanir og tiltøk verða sett í verk í tøttum samstarvi við avvarðandi partar, t.e. kommunur, bygdir, útoyggjar og vinnuna??? og at hon skal spretta í heimaumhvørvinum og er í tráð við tey ynski, sum fólkið á staðnum hevur.
Og Inntøkumøguleikar er eitt punkt í tilmælunum, sum m.a. nevnir yimisk ferðagjøld.
Onnur átøk enn gjøld eru at lækka MVG???ið fyri matstovuvinnuna, á mat og drekka, og at broyta lógina um innflutning og sølu av rúsdrekka, so matstovur sjálvar kunnu flyta inn øl, vín og sterkari løgir. Vit mugu minnast, at júst matstovurnar taka seg í løtuni fram sum týdningarmikil partur av ferðavinnu í Føroyum.
Bygnaðarbroytingar, menning og útbúgving
Lógaruppskotið, sum nevnt verður í frágreiðini til aðalorðaskiftið, varð longu fráboðað í løglistanum á ólavsøku:
Harafturat verður hugleitt um at umhugsa avgjøld á m.a. ferðamannaskip, tí hendan vinnan er undantikin avgjøldum, men er ein sera sjonligur partur av ferðavinnuni í Føroyum. Og vit eiga at spyrja okkum, um vit fáa nógv mikið av inntøkum hiðani?
Bygnaðarbroytingar eru neyðugar. Vit vita, at tað eru nógv lokal átøk, men vit vita eisini, at samstundis so liggja Føroyar í 6 økjum (240.000 kr í part), sum fáa ein stuðul til eitt kervi, sum ikki gagnnýtir alt initiativið, sum er í pørtum av økjunum. Tilmælið sigur at 7 mió eiga at verða nýttar til menningardeild á Visit Faroe Islands (1,5 til umsiting, 5,5 til menning (harav 2,75 mió til vinnuligar/kommunalar verkætlanir eftir krónu til krónu regluni og 2.75 mió kr, til aðra menning: verkætlanarsettfólk til økini, skeltir, infrakervi, kunning o.a.)Um vit ikki umskipa og fokusera peningin til veruliga nýmenning innan ferðavinnu, so fara vit bert at gera tað, vit plaga ??? í eini tíð, har vit hava brúk fyri at flyta okkum risafet í innlendis menningini á ferðavinnuøkinum.
Og tað eru mong lokal átøk: Nýbyrjaða ferðavinnuútbúgvingin í Vestmanna varð kjølfest í eitt umhvørvi, sum longu er virkið í ferðvinnu. Harafturat síggjast m.a. kvøldskúlaskeið í ferðaleiðslu í nærumhvørvinum (Eysturkommuna), eins og kommunur seta serligar verkætlanir í gongd, halda ferðavinnudag og royna at fyrireika m.a. kunningardiskar og royna at fáa iblástur frá ørðum londum. M.a. er Ísland eitt dømi um stóran ferðavinnuvøkstur og ein ávaring um, hvør avbjóðingin er.
At enda vil eg nevna, at útbúgving er ein rættiliga týdningarmikil partur av menningini. Bæði útbúgving á hægri støði til professionell innan ferðavinnu eins og skeið ??? m.a. í kvøldskúlum til ymisk, sum vilja vinna í háarstíð í einum avmarkaðum øki og starvi. T.d. er skilagott at læra ung upp um staðarnøvn, sagnir og annan skalskap av manna munni, eins og praktisk viðurskifti viðvikjandi gongutúrum við ferðafólki. Harafturat er neyðugt at vit tryggja at fólk læra fremmandamál. Tey eru jú ikki bert neyðug, tá vit fara í onnurlond, men ikki minst nyttulig í okkara egna túni, tá vit greiða frá landi og mentan ??? ímyndin av ferðavinnu í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald