Vinna

Ferðaseðlar kravdir annan vegin

...

2014-10-24 17:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SSL skrivar:Fríggjadagin 24. oktobur fara skipini hjá Strandfaraskip Landsins bert at krevja galdandi ferðaseðil annan vegin. Kravið verður tá galdandi ferðaseðil úr Skopun og Hesti við Teistanum og úr Tórshavn við Ternuni. Á hinum skipunum verða ferðaseðlar kravdir sum higartil. Ferðafólk við Teistanum og Ternuni fara ikki at merkja broytingina á annan hátt enn, at ferðaseðlakostnaðurin verður tvífaldur annan vegin og eingin hin vegin.

Ferðaseðlar báðar vegir hava verið galdandi á Sandoyarleiðini og Nólsoyarleiðini síðani apríl í ár. Royndirnar hetta tíðarskeiðið hava víst, at fyrimunirnir av hesum standa ikki mát við ómakin hjá ferðafólki og hjá manning. Tiskil verður farið aftur til at krevja ferðaseðlar annan vegin, og eftir hetta verður nýggja ferðaseðlaskipanin stigvíst sett í verk á Svínoyar-, Kallsoyar-, Skúvoyar og Mykinesleiðini og at enda á Suðuroyarleiðini.

Farkortini, við nýggju hentleikunum sum áfylling við ávsláttri, 30-daga ferðaseðlar o.a., kunnu tá nýtast á hesum leiðum eisini, og Farkortið kann fáast við at seta seg í samband við Strandfaraskip Landsins.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder