2021-07-22 10:07

Um smáar 2 vikur byrjar Faroe Islands Handball Cup 2021 og ferð er á endaligu fyrireikingunum.
Komandi vikuna verður meiri at frætta um ferðaætlan, gisting, mat, kappingarskrá, og skipan av tiltakinum annars, soleiðis at luttakandi liðini fáa fyrireika seg.
Eins og í fjør er í samstarvi við høvuðsstuðul okkara Suðuroyar Sparikassa lagt upp til nakrar spennandi dagar í Vági frá mánadegnum 2. august til ónsdagin 4. august.
Skoytast kann uppí, at kappingin verður skipað í tráð við Corona-tilmælini
Fyrireikararnir, Faroe Islands Handball Cup
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald