Ítróttur

FC Hoyvík nýtt búmerki

...

2019-01-01 15:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Nevndin i FC Hoyvík hevur skipað fyri eini kapping um búmerkið hjá FC Hoyvík. Innkomu 22 uppskot, og valdi nevndin uppskotið hjá Bárður Mikkelsen, og varð vinningurin handaður honum leygardagin 29.desember.
Vinningurin var ein telda frá Huawei, sum Formula hevur stuðlað við.
Búmerkið er ein samanseting av skriftypu við tekstinum ???FC Hoyvík??? og einum teknaðum merki, sum er formað við talinum 188, postnummari í Hoyvík.
Búmerkið er ótradionelt og er teknað í einum einføldum og nútímans stíli, sum skilur seg frá øllum øðrum føroyskum fótbóltsfeløgum.
Nevndin takkar fyri øll innkomin uppskot.
Nevndin vil eisini nýta høvi at ynskja øllum eitt Gott Nýggjár.

Myndin er av Svanhildu Lervig, forkvinnu, ið handar Bárður Mikkelsen vinningin fyri búðmerkjakappingina, eina teldu stuðla av Formula.

Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder