Vinna

Father Mckee og Brendelen landa havgølt í Fuglafirði

...

2014-11-04 15:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Írsku skipini Father Mckee og Brendelen koma á Fuglafjørð fyrrapartin við tilsamans 2.500 tonsum av havgølti, sum teir hava fiskað útfyri Fraklandi. Havgølturin verður landaður til Havsbrún.

Sagt verður at nógv skip eru á havgøltaveiðu har suðuri, tí nógv er eftir av kvotuni, tí skal tað fiskast áðrenn nýggjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder