2014-05-01 22:01
Fagraberg og Slættaberg sigla báðir inn, teir skulu landa á Fuglafirði. Í løtuni landar Atlantsfarið, men teir verða liðnir tíðliga í kvøld.
Fagraberg verður inni seint í kvøld, teir hava 2.700 tons og sleppa framat beinanvegin teir koma inn.
Slættaberg kemur inn tíðliga í nátt, teir sleppa framat í morgin tá ið Fagraberg er liðugur.
Annars rokna teir við á Havsbrún, at onkur kemur inn í vikuskiftinum.
Skipini royna øll á eini leið í ein útsynning úr Akrabergi - einar 60-70 fj. úr landi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald