Vinna

Fagraberg landar góð 3.000 tons til Havsbrún

...

2015-04-06 02:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fagraberg er júst nú komin á 'Fuglafjørð við góðum 3.000 tonsum av svartkjafti í lastini, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Fagraberg hevur roynt í ES-sjógvi vestur úr Hebridinum, har hava Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg og Tróndur í Gøtu eisini roynt. Christian í Grótinum er komin í føroyskan sjógv at royna, eisini roynir Slættaberg í føroyskum sjógvi.

Tað eru nógv russisk skip í føroyskum sjógvi í løtuni, tey royna eftir svartkjafti - í kvøld liggja 13 russisk skip einar 10 fj. vestur úr Akrabergi og ein russari liggur suður ímóti ES-markinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder