Vinna

Fagraberg fer til Ísland við góðum 3.000 tonsum

...

2014-05-06 22:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fagraberg liggur í løtuni og pumpar tað seinasta tovið inn. Tá ið liðugt er, er fult undir lúkurnar - góð 3.000 tons, sum teir hava fiskað í knapt 3 døgn, sigur skiparin Høgni Hansen.

Fagraberg fer til Ísland við fonginum, teir skulu antin landa á Norðfjørðinum ella Seyðisfirði.

Sí myndirnar niðanfyri, sum eru tiknar fyri løtu síðan, sum sæst er gott veður á feltinum vestur av Munkagrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder