2016-05-18 07:03
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Toftir tíðliga í morgun við 240 tonsum av gulllaksi, teir byrjaðu at landa kl. 6.
Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.
Skipini landaðu eisini seinnasta mikudag.
Teir byrjaðu hendan túrin vestur úr Mykinesi, fóru síðan á leiðina vestur av Føroya Banka, men endaðu sunnast í føroyskum sjógvi, har øll 3 pørini hava roynt seinastu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald