At koma á bylgjulongd við fólk og fáa eitt virðiligt prát um trúnna á Jesus er ikki altíð lætt. Mong eru full av ósvaraðum spurningum, ið snúgva seg um alt ímillum himmal og jørð.Og fleiri hava smíða sína egnu fatan av Bíbliuni, áðrenn tey hava lisið uppá. Summi søkja bæði viðurkenning og vælsignilsi av sínum verðsliga lívi. Og nøkur eru heilt avgjørd og siga, at teirra lívsstílur ikki er verri, enn tann hjá teimum trúgvandi.
Men heilt ofta havi eg verið spurdur av ungum fólkum, um hvat synd er fyri nakað og hvat eg meti synd verða í teirra lívi.
??ll ófrelst menniskju leita meir ella minni eftir hvíld í hjartanum. Men mong vanvirða sína dýrabaru vitjanartíð í hesum stutta lívinum og virða sostatt ikki dýrt keyptu frelsu Guds. Tey vilja ikki taka ímóti tí fullgjørdu og náðiríku frelsuni, sum Jesus á krossinum hevur vunnið teimum, sum trúgva tí einastandandi gleðiboðskapinum um sálanna frelsu.
Tað kann viðhvørt tykjast, at ein tosar fyri deyvum oyrum. Men tað er vert eina roynd, at kunngera ófrelstum menniskjum um dýrt keyptu frelsu mína, ið bókstavliga er keypt við dýra blóðið Kristusar. Tá eg varð leyskeyptur frá dáraatburði mínum, sum arvaður varð frá fedrunum. Hesin vitnisburður mín um Jesus, er avgjørt heimsins besti boðskapur og einasta veruliga bjarging úr synd, dómi og fortapilsið.
Sonn kristin menniskju elska Jesus og eru tískil ikki dømandi menniskju. Eg hoyri næstan ongantíð fordømingartalu frá teimum, sum veruliga elska Jesus. Men tey kunngera øllum menniskjum rættvísu dómar Guds, at tey, sum vraka Jesus, skulu møta Jesusi sum dómara ein dag. Tí tey høvdu Djevulin sum faðir, sigur Jesus í evangeliinum. Tað er stórur munur á, at siga fólkinum sannleikan og at vera dømandi.
Men lat okkum hyggja eitt sindur nærri í orð Guds og vita um Gud er frelsari teirra trúgvandi og dómari teirra vantrúgvandi.
Joh. 16, 8 ??? 11 sigur soleiðis: "Tá ið Hann (Heilagi Andi Guds) kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm ??? um synd, tí tey trúgva ikki á Meg, um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur, um dóm, tí høvdingin (Djevulin) yvir hesum heimi er dømdur."
Ein av Heilaga Andans mongu uppgávum er, at sannføra heimin um trý sera týdningarmikil og grundleggjandi viðurskifti í lívi okkara. Hann arbeiðir við at sannføra sálina hjá menniskjum um synd, rættvísi og dóm. Hvør tann, ið tekur ímóti sannføring Heilaga Andans, fær náði til, at síggja sína vónleysu støðu í eygum Guds. Eingin kann verða frelstur, uttan fyrst, at verða sannførdur av Anda Guds. Tástani síggja vit okkara fortapilsið og hin skjótt komandi dómin yvir syndaran. At okkum tørvar náði og syndanna fyrigeving frá Jesusi.
Synd er ein andalig, sálarlig og likamlig sjúka, sum menniskju doyggja illa av. Í ørindi 9 sigur Jesus, at Andi Guds skal sannføra heimin "um synd, tí tey trúgva ikki á Meg." At vraka Jesus er ein ófyrigevilig synd, og tá verður ein vissuliga dømdur. Gud strekkir seg sera langt fyri at veita menniskjum fyrigeving fyri syndir teirra. Men vanvirða vit frelsu Guds, ið er komin við Jesusi, tá er eingin vón fyri framman longur.
Eitt hugsað dømi kundi verið ein sjúklingur, ið fer til lækna. Tá læknin hevur sannført sjúklingin um, at eta lekjandi heilivág ??? vendir sjúklingurin læknanum baki og fer avstað. Men hvør tann, sum gongur við lívshættisligari sjúku í likaminum og sum vrakar lekjandi heilivág ??? doyr fyrr ella seinni av sjúkuni. Hjá tí ófrelsta er syndasjúkan uppaftur meira hættislig, tí tá fer andi, sál og likam fortapt.
??ll menniskju eru smittað við deyðiligu syndasjúkuni. Men um ein syndari fer fortaptur, fer hann ikki fortaptur av tí, at hann er ein syndari. Einasta orsøkin til, at ein syndari fer fortaptur er, at syndarin vrakar Jesus sum sín Harra og frelsara. Jesus er einasti lekjandi heilivágur fyri okkara illa falnu og syndigu náttúru.
Tað er vert at vita, at Gud hatar synd og at tað verður syndarin sjálvur sum endar í Helviti. Og fordømingin av allari synd í lívi tínum, verður ikki avtikin fyrr enn Jesus sleppur, at gera sítt frelsuverk í tínum harða hjarta. Tí ørindi 9 staðfestir hví fólk eru syndarar og ljóðar soleiðis: "Tí tey trúgva ikki á Meg," sigur Jesus. At vraka frelsutilboðið um frelsandi trúgv á Jesus er ein deyðsynd.
Í ørindi 10 sigur Jesus við sínar lærusveinar, at Andi Guds skal sannføra heimin "um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur."
Hvørki religión, moralur, góðir gerningar ella nakað annað í heiminum er ført fyri, at veita okkum rættvísi Guds. Men Jesus er einasta menniskja á jørð, ið hevur livað eitt fullkomiliga rættvíst lív, í fullari harmoni við Faðirin í himlinum. Og tað lívið varð Gud 100 % nøgdur við. Tí kunnu øll tey, sum elska Jesus bæði prísa og lova Gudi fyri, at verða blivin rættvísgjørd av trúgv og hava fingið frið við Gud við Harranum, Jesusi Kristi. (Róm 5.1)."
Og við trúnni verða krossfest, deyð og risin upp við Kristusi. At tað ikki eru tey, sum liva longur, men nú er tað Kristus, sum livir í teimum. Og lívið sum tey nú liva í holdinum, tað liva tey í trúnni á son Guds, sum elskaði tey og gav seg sjálvan upp fyri tey.
??ll menniskju hava møguleikan at verða frelst av náði og verða gjørd rættvís í eygum Guds við at seta sítt fulla álit á Jesus við trúgv.
Framhaldið í ørindi 10 leggur afturat hetta: "um dóm, tí høvdingin yvir hesum heimi er dømdur." Sum áður sagt er Djevulin harri hjá øllum menniskjum, sum liva í synd. Tað vil siga, øll tey sum IKKI eru gjørd rættvís við trúgv á Kristus Jesus.
Tí Djevulin er jú høvdingur í hesum synduga heimi, sjálvt um hann er dømdur av Gudi til ævigt fortapilsið, so er hann og falnu einglar hansara ikki enn stoyttir í Helviti. Men krossurin á Golgata varð endaligi dómurin yvir Djevulin og her hansara. Tí Jesus sigraði á krossinum og avvápnaði Djevulin og hansara vald og gjørdi hann til skammar fyri eygum alra. Tí kanst tú verða frelstur nú.
Orð Guds staðfestir, at øll tey, sum ikki eru gjørd rættvís í Jesusi á dómadegi, verða dømd sum syndarar og kastaði í eldsjógvin ??? har sum Djevlinum og hinir falnu einglarnir eisini skulu verða. Tað ræður um at skunda sær til Jesus og fáa frið við Gud. Tí eingin veit hvussu nógva livitíð (náðitíð) eitt menniskja fær frá Gudi.
Menniskjan er ein samansett tríeind, ið rúmar eina sál, ein anda og eitt likam. Loyva vit máttmikla orði Guds framat í lívi okkara, verður hin sæla vónin livandi gjørd í lívi okkara. Hevur tú ein longsul í hjartanum. Ella tráar tú eftir at vita meira um sálanna frelsu. Ver so opin fyri Heilaga Anda Guds og lat okkum lesa saman ein sera, sera týdningarmiklan tekst í orði Guds:
Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. (Hebr. 4, 12).
Góði elskaði lesari! Hetta ørindi lýsir máttin í orði Guds. Eg kann lova tær, at hitt livandi orði er somikið hvast, at tað prógvar seg sjálvt, tá ið tú loyvir orðinum, at fara ígjøgnum teg sjálvan. Góði slepp tær sjálvum og gev tí livandi orðinum, ið er kraft Guds til frelsu hjartarúm í sál tíni. Orð Hansara er einasta fullkomna og álítandi keldan, sum sigur tær sannleikan um hvør tú veruliga er og hvør Gud er.
Orðið avdúkar um tú ert frelstur ella ófrelstur. Tað rannsakar alt í sál tíni, anda og likami tínum. Tað skilir sál og anda, liðir og merg hvørt frá øðrum. Tað vil siga, at hin andaligi og kjøtiligi parturin verða skildir sundur hvør frá øðrum. Orð Guds bæði kennir og avdúkar munin á góðum og illum. Tað dømir hugsanir og ráð hjartans og tað er bæði dømandi og atfinningarsamt.
Hinvegin, so er hetta ein framúr náðiríkur møguleiki, ið okkum syndigum menniskjum er givin, at livandi orð Guds stendur okkum til taks, at rannsaka andaligu støðu okkara og siga okkum sannleikan um andaliga, sálarliga og likamliga tørv okkara.
Hvussu kann eg tá koma til Gud, blíva frelstur og fáa frið?
Jú, Kristus er svarið í Joh. 14, 6 og ljóðar soleiðis í Jesus navni: "Eg eri vegurin!" Hvussu kann eg vita, um hetta er álítandi? Jesus svarar: "Eg eri sannleikin!" Hvussu kann eg verða sannførdur? Jesus svarar: "Eg eri lívið!" Hvussu komi eg so til himmals? Jesus svarar: "Eingin kemur til faðirin uttan við mær!"
Góði, tak eina persónliga støðu. Tak ímóti Jesusi við trúgv og bjóða Honum inn í títt dagliga lív. Ver góðviljaður og les dagliga í Bíbliuni. Amen.
Blíðar heilsur
Ragnar Ludvig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald