2021-05-08 11:50

Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at norski áleyparin hjá 07 Vestur - Erling Myklebust - er givin í felagnum.
24 ára gamli áleyparin kom til 07 Vestur undan hesum kappingarárinum, og hevur hann leikt 9 dystir fyri felagið síðani hann kom til Føroyar. Erling hevur fingið tvey mál fyri 07 Vestur. Tað eina í landskappingini og hitt í steypakappingini.
Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, sigur í viðmerking til jn.fo, at partarnir eru samdir um at steðga samstarvinum. 07 Vestur arbeiðir við eini aðrari loysn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald