Vinna

ENNIBERG er komin heim við sløkum 1.000 tonsum av flaki

...

2014-05-21 15:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flakatrolarin ENNIBERG kom í farnu viku á Havnina fullfermdur av toskaflaki - sløk 1.000 tons, sum teir hava fiskað í Barentshavinum.

Hesin túrurin hjá Enniberg er fyrsti túrurin eftir stóru umbyggingina, har teir skiftu høvuðsmotor, fabrikk, el-innlegging o.a.

Vit tosaðu við skiparan á Enniberg - Sonny Johannesen - í morgun. Sonny segði, at teir á túrinum høvdu nógvar trupulleikar av nýggju fabrikkini, sum gjørdi, at túrurin kanska vardi einar 2 vikur longri, enn annars neyðugt. Enniberg var burtur í góðar 8 vikur. Men høvuðsmotorurin og annars tað, sum Skipasmiðjan MEST stóð fyri at skifta, tað riggaði alt optimalt, segði Sonny Johannesen. Sonny greiddi eisini frá í morgun, at hann var rættuliga bilsin av nýggju skipanini, har teir kundu sigla við ljósmotorinum. Tá teir bara koyrdu við ljósmotorinum helt skipið eina ferð uppá 10 fj./tíma, so vit koma helst, at spara nógvar oljuútreiðslur, við nýggju skipanini - helt Sonny Johannesen.

Síðan skipið kom á Havnina, hevur verið arbeitt í døgndrift, at gera tær ábøtur á fabrikkina, ið neyðugar eru. Helst verður tað liðugt fyrst í komandi viku, soleiðis at vit sleppa nýggjan túr mánakvøldið ella kanska týsdagin, segði ein fryntligur Sonny Johannesen í morgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder