Ítróttur

Enn ein sigur til Helga

...

2021-03-21 15:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

TSF: Tvær kappingar, tveir sigrar. Helgi W. Olsen endaði aftur ovast á sigurspallinum, eftir at hann leygardagin vann annan sigurin á rað, í ársins útgávu av GIANT Várkappingini 2021.

Aftur hesu ferð var spurningurin um hvør fór við sigrinum, Dávur Magnussen ella Helgi. Munurin var ikki stórur, og bert 45 sekund skilti nummar eitt og tvey.

Helgi súkklaði teir 29 kilometrarnar uppá 44 minuttir og 12 sekund, og við tíðini 44.57, var tað Dávur sum gjørdist nummar tvey.

Jákup Petur Eliasen vann bronsu og hann brúkti 46 minuttir og 46 sekund um teinin.

Teinurin var tann sokallaði "FM Klassikarin", og tá verður súkklað úr Havn, til Kaldbak og aftur til Havnar. Startur og mál er við Plantusøluna við Hvítanesvegin.

Veðrið var av tí fagrasta, og kanska orsaka av hesum, var undirtøkan rættiliga góð. Millum nógvu luttakararnar vóru tríggjar kvinnur. Rigmor Rasmussen, Marin E. Heinesen og Anida Johannesen stillaðu upp, og var tað Rigmor Rasmussen, ið fór við sigrinum.

Kvinnurnar koyrdu sama tein sum mennirnir, og Rigmor koyrdi teinin uppá 1 tíma 4 minuttir og 22 sekund.

Næsta kapping, ið TSF skipar fyri, verður Skírishósdag, tvs. 1. apríl. Tá verður kappast í Landavegsúkkling, og tá verður teinurin Tórshavn, Saksun, Vestmanna.

Lesi meira um øll úrslitini á sst.fo, og har ber eisini til at tilmelda seg Landaveg kappingina 1. apríl.

https://www.sst.fo/urslit/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder