2018-05-02 14:25
Eftir at seinasti dysturin í EM-kappingini varð leiktur í Schaan í Liktenstein í gjárskvøldið millum Liktenstein og Luksemborg, sum Luksemburg vann 3-0, var hátíðarløta, har bestu leikararnir vóru kosnir.
Undir hesi hátíðarløtuni varð almannakunngjørt, atSára Rannváardóttir Vatnhamar, Fleyr, varð kosin besti libero í kappingini.
Sára hevur havt eina sera góða kapping, og hevur verið viðvirkandi til, at Føroyar kláraðu at vinna seg fram 2. plássið í kappingini.
Føroyar spældi 4 dystir og vunnu 3-1 á Skotlandi og 3-0 á Liktenstein og Wales, men tapti 3-1 ímóti Luksemborg.
Endaliga støðan í kappingini gjørdist:
1Luksemborg
2Føroyar
3Skotland
4Liktenstein
5Wales
Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald