Hóast eina katastrofala byrjan, har Føroyar komu afturút 8-0 móti Skotlandi í fyrsta setti, so vann U-19 landsliðið hjá kvinnum 3-1 á skotum.
Fyrsta settið vunnu skotar 25-21, eftir at Føroyar vunnu seg nógv inn aftur í dystin, eftir vánaligu byrjanina.
Annað settið tókur Føroyar 25-21 og sama uppskrift varð brúkt í øðrum setti, hóast at Føroyar vóru aftanfyri stóran part av settinum.
Triðja settið gjørdist sera spennandi, eftir at liðini fylgdust frá 17-17 og skiftust um at verða frammanfyri ??? men Føroyar vunnu 27-25.
Seinasta settið var rein uppvísing frá Føroyum. Hetta settið endaði 25-14, og harvið hava Føroyar tryggja sær fyrstu stigini í kappingini.
Jákup Villiam Sivertsen, hjálparvenjari, sigur, at samanumtikið var føroyska liðið betri enn tað skotska, men at spælararnir vóru sera nervøsir við byrjan á fyrsta settinum.
Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin mánadagin klokkan 15,00 móti Luxemborg, sum verður mett at verða eitt tað sterkasta liðið í bólkinum.
Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum og hoyrist umvegis internetið áwww.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið,
Eisini ber til at fara inn á facbook-vangan hja flogbóltssambandinum í Liktenstein, har dysturin eisini verður vístur.
https://www.facebook.com/Liechtensteiner-Volleyballverband-LVBV-237569689958292/
Umframt Føroyar eru hesi lið í bólkinum: Liktenstein, Luksemborg, Skotland og Wales.
Týsdagin spælir liðið tveir dystir. Tann fyrri byrjar klokkan 9.00 týsmorgun og verður ímóti Liktinstein. Klokkan 15.00 týsdagin spæla Føroyar seinasta dystin ímóti Wales.
Á føroyska liðnum eru:
??r Fleyr:
Hanna Iansdóttir Biskopstø
Barbara Durhuus
Hilda Bolstad Mortensen
Sára Rannváardóttir Vatnhamar
??r Drátti:
Petra Sunadóttir Hansen
??r TB:
Sára Maria Johansen
??r KÍF:
Elsa Samuelsen
Jakobina Joensen
??r SÍ:
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Turið Búadóttir
Inga Helena Henriksen
Eva Gunn Niclasen
Føroysku venjararnir eru: Romica ??ster og Jákup Villiam Sivertsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald