Ítróttur

EM-flogbóltur: Vundu burtur úr Liktenstein 3-0

...

2018-05-01 13:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ikki kann sigast annað, enn at føroyska liðið var vaknað, tá tær í morgun klokkan 09,00 spældu fyrsta dystin í Liktenstein ímóti vertunum.

So, um tær fingu armarnar niður í gjár, tá tær taptu ímóti Luksemborg 3-1, so eru armarnir komnir upp aftur í morgun!

Liktenstein fekk ikki eitt bein til jørðina, og føroysku U 19 kvinnunar vunnu greitt øll settini: 25-15, 25-10 og 25-14.

Liðið liggur nú á 2. plassi við 6 stigum við sigrum á Skotlandi og Liktenstein.

Seinni í dag ella nærri ásett klokkan 15,00 skulu Føroyar spæla seinasta dystin í kappingini ??? hesin er ímóti Wales, sum higartil einki sett hevur vunnið í kappingini.

Ein annar avgerandi dystur verður eisini spældur klokkan 12,00, tá Luxemborg og Skotland møtast ??? hesin kann eisini verða avgerandi fyri endaligu støðuna, um t.d. Skotland vinnur henda dystin. Fylgjast kann við hesum dystinum áwww.fbf.fo.

Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum og hoyrist umvegis internetið áwww.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið,

Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Flogbóltsamband Føroya ???www.fbf.fo, har dysturin eisini verður stroymaður.

Á føroyska liðnum eru:

??r Fleyr:
Hanna Iansdóttir Biskopstø
Barbara Durhuus
Hilda Bolstad Mortensen
Sára Rannváardóttir Vatnhamar

??r Drátti:
Petra Sunadóttir Hansen

??r TB:
Sára Maria Johansen

??r KÍF:
Elsa Samuelsen
Jakobina Joensen

??r SÍ:
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Turið Búadóttir
Inga Helena Henriksen
Eva Gunn Niclasen

Føroysku venjararnir eru: Romica ??ster og Jákup Villiam Sivertsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder