Føroyska U 19 kvinnulandsliðið í flogbólti fer í døgunum 28. apríl til 2. mai at spæla við í EM-kapping í Liktenstein.
Í alt skulu føroysku venjararnir Romica ??ster og Jákup Villiam Siversen leiða liðið ígjøgnum 4 dystir hesar dagarnar.
Liðini í bólkinum eru umframt Føroyar: Luksemborg, Liktenstein, Skotland og Wales.
Føroyar hava fyrr fingið góð úrslit ímóti hesum liðum. Í apríl 2016 spældi føroyska U 19 liðið dyst ímóti Luksemborg í Edinburg, og tá gjørdist úrslitið ein 3-2 sigur til Luksemborg við settúrsitunum 25-8, 23-25, 23-25, 25-22 og 15-9.
Í apríl 2016 spældi Føroyar eisini ímóti Skotlandi, og serligar tvey tey fyrstu settini vóru jøvn, hóast at liðið tapti 3-0: 27-29, 24-26 og 17-25.
Liðið skal spæla sín fyrsta dyst sunnudagin 29. apríl ímóti Skotlandi klokkan 12,00 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald