Ítróttur

EM-flogbóltur: So eiga U 17 dreingirnir tørn

...

2019-01-09 11:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir eitt hendingarríkt vikuskifti við EM-flogbólti í Høllini á Hálsi, har U 16 genturnar tryggjaðu sær víðari luttøku til 2. umfar av EM ??? kappingini, so standa U 17 dreingirnir nú fyri tørni.

Landsliðið hjá dreingjunum fór í morgun við Atlantsflogi til Danmarkar og víðari til Finnlands, har liðið í døgunum 10. ??? 14. januar 2019 skal verða við í EM-kappingini, sum verður spæld í finska býnum Kuortane.

Íalt verða 4 lið í hesum EM-bólkinum. Hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki og Danmark. Ein sterkur bólkur. Av teimum 4 liðunum eru tað 3 tey fremstu, sum tryggja sær víðari luttøku til 2. umfar.

Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Finnlandi fríggjdagin og ímóti Svøríki og Danmark leygardagin. Sunnudagin verður finala og dystur um 3. plássið.

Hetta er fysta ferðin at Føroya eru við í EM-kapping í hesum aldursbólkinum.

Allir dystirnir verða stroymdir, og meira verður at frætta um hetta á heimasíðuni hjáwww.fbf.fo.

Teir úttiknu leikararnir eru:

??r Fleyr

Mattias Nolsøe Isaksen

Hørður Joensen

Eyðfinn Rajani Færø

Tórur Paulason

??r SÍ

Bjarni Joensen

Róar Anderson

Elias Ellingsgaard

Silas Poulsen

??r ÍF

Petur Meinhard Lundsbjerg

Rúnar Johnsson

??r TB

Gilli Pálsson Augustinussen

??r Ternuni

David Olsen

Venjarar eru Magnar K. Vang, Rógvi Nielsen og Hans Sejer Tummasarson.

Í ferðalagnum eru eisini Andreas Zachhau, sum tekur statistikk og Jónley Poulsen, sum er ferðaleiðari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder