EM landsliðið helt áfram har tær sleptu í morgun og vunnu seinasta dystin 3-0.
Tær løgdu fyri sum eitt óndarveður, og vunnu fyrsta settið heili 25-4, eitt sera væl leikt sett uttan nakrar feilir, og samstundis tað sum er vunnið við stórsta málmuni í kappingini.
Næsta settið var eitt sindur trivlandi aftaná stórsigurin í 1. setti, og liðini fylgdust upp til 16-16 - sum oftast við Wales frammanfyri. Men so setti føroyska liðið propp í og vann 25-18.
Í triðja settinum tóku føroyska spælararnir seg saman og vunnu 25-15 og harvið dystin 3-0.
Og silvurið er komið upp á pláss.
Nú verður bíðað í spenningi eftir dystinum, sum Luksemborg skal spæla ímóti Liktenstein klokkan 18,00 í kvøld. Um heimaliðið klárar at gera nakað við Luksemborg er ivasamt ??? men vit liva í vónini. Vinnur Luksemborg fær Føroya 1. plássið!
Beinleiðis frásøgn í kvøld
Til ber fara inn á heimasíðuna hjá Flogbóltsamband Føroya ???www.fbf.fo, har seinasti dysturin verður stroymaður klokkan 18,00.
Á føroyska liðnum eru:
??r Fleyr:
Hanna Iansdóttir Biskopstø
Barbara Durhuus
Hilda Bolstad Mortensen
Sára Rannváardóttir Vatnhamar
??r Drátti:
Petra Sunadóttir Hansen
??r TB:
Sára Maria Johansen
??r KÍF:
Elsa Samuelsen
Jakobina Joensen
??r SÍ:
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Turið Búadóttir
Inga Helena Henriksen
Eva Gunn Niclasen
Føroysku venjararnir eru: Romica ??ster og Jákup William Sivertsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald